Riga
Appearance
![](https://cdn.statically.io/img/upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/5/52/Riga_Dom-D%C3%BCna.jpg/250px-Riga_Dom-D%C3%BCna.jpg)
Riga (lettiskt: Rīga) er høvuðsstaður í Lettlandi, og hevur umleið (2022) 605.802 íbúgvar.[1] Hann er helst lívligasti høvuðsstaður í Baltalondum og er virkin mentanarmiðdepil. Lettland hevur sterk søgulig bond til Týsklands, hetta sæst týðiliga á hvørjum horni í Riga - í byggilistini, á mótanum, og her eru mong týsk ferðafólk. Riga hevur verið týðandi handilsbýur síðan í miðøld.